Stórur áhugi fyri Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Stórur áhugi fyri Ítróttaháskúlanum í Suðuroy
48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy mánadagin, og tey kunnu gleða seg til eitt hálvt ár við spennandi upplivingum. Men fyrst er introvika
Mynd: Ítróttaháskúlin í Suðuroy á Facebook  
 
14.08.2024 - 15:54

Mánadagin var fyrsti skúladagur á heystskeiðinum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og sambært Suðurrás, so sást hetta eisini aftur í Vági mánadagin, tá stór mannamúgva og hópurin av bilum vóru savnað við næmingaheimið hjá Ítróttaháskúlanum.

Tilsamans 48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum í gjár, og fara teir at fáa upplivingar bæði í nærumhvørvinum hjá Ítróttaháskúlanum í Vági og eisini kring landið og á uttanlandsferð.

Sum vant byrjaði heystskeiðið við introviku, har næmingarnir læra hvønn annan at kenna. 

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein sera væl umtóktur háskúli, og sæst hetta eisini aftur í tilmeldingunum, bæði nú í heyst og til komandi várskeið.

 

Um Ítróttaháskúlan í Suðuroy
Ítróttaháskúlin í Suðuroy er ein fólkaháskúli, staðsettur í Vági, hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttari persónligari menning.
Ítróttaháskúlin er skipaður sum partur av Háskúlanum í Suðuroy. Háskúlin eigur at virka fyri persónligari menning hjá tí einstaka, bæði viðíkjandi evnunum, ið undirvíst verður í, men eisini viðvíkjandi leiklutinum hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum. 
Háskúlin kann m.a. bjóða út undirvísing í ítrótti, list og mentan. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga. Háskúlin kann samstarva við aðrar skúlar, felagsskapir og stovnar í sambandi við undirvísingina.
Háskúlin er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tvs. ungum úr 10. flokki og eldri.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776