Uppskot um at stuðul úr statskassanum skal bara brúkast í Føroyum

Uppskot um at stuðul úr statskassanum skal bara brúkast í Føroyum
Stuðulin, sum tey fáa, sum eru vald í Føroyum í fólkatingið, skal bara brúkast til politiskt arbeiði í Føroyum
Føroyar eiga tveir sessir í fólkatinginum.
 
22.08.2024 - 06:26


Stuðulin, sum tey fáa, sum eru vald í fólkatingið, skal bara kunna brúkast til politiskt arbeiði í Føroyum.

Av misgáum var lógin um stuðul til flokkar og uttanflokkavalevni, sum eru í fólkatinginum, ikki kunngjørd í Føroyum, tá hon kom í gildi í 1987.

Nú skal hon so kunngerast í Føroyum.

Uppskot um ríkislógartilmæli kom um tað í løgtingið í gjár.

Lógin er tó brúkt í Føroyum, hóast hon ikki hevur verið í gildi her.

Steðgaði í 2022

Hon er brúkt fram til á heysti 2022, tá fólkatingsval var seinast.

Tey, sum fáa minst 1000 atkvøður á fólkatingsvali, fáa stuðul.  

Men nakrar broytingar koma nú. 

Stuðulin kann í framtíðin bara brúkast til politiskt arbeiði í Føroyum og ikki, sum higartil, í øllum ríkinum.

Og revsing verður fyri at geva skeiva váttan um væntaðar og hildnar útreiðslur til politiskt arbeiði.

Hetta hevur higartil ikki verið galdandi í  Føroyum.

Bara um Føroyar vilja

Fólkatingið vil tó bara broyta hetta, um Føroyar vilja tað.

Landsstýrið vil, at markið, sum er 1000 atkvøður, verður lækkað.

Tað vil stjórnin ikki.

Hon heldur, at sama mark skal vera í Føroyum og Grønlandi.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá øllum flokkum í Føroyum, Gjaldstovuni og Landsgrannskoðanini.

Einki ummæli kom.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025