Fýra nótaskip ætla sær í norskan sjógv

Fýra nótaskip ætla sær í norskan sjógv
Føroyska makrelveiðan er nógv minni higartil í ár enn undanfarin ár
Fagraberg er farin á makrelveiðu í norskum sjógvi.
 
23.08.2024 - 09:12

Nú hava fýra skip biðið um og fingið tilsøgn um at fara í norskan sjógv eftir makreli.

Fagraberg er longu komin í norskan sjógv.

Hini skipini eru Gøtunes, Tummas T og Arctic Voyager, upplýsir Vørn.

Føroyska makrelveiðan er nógv minni higartil í ár enn undanfarin ár.

 

Góð 16.000 tons

Vørn upplýsir, at til 22. august vóru fiskað 16.265 tons.

22. august í fjør vóru fiskað 142.300 tons. Og í 2022 vóru tonsini 86.000.

Í 2021 vóru fiskað 58.300 tons.

Føroyingar fiska makrel í føroyskum sjógvi og í altjóða sjógvi og nú eisini í norskum sjógvi.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329