Conference League: Nú skal røkka ella støkka hjá KÍ

Conference League: Nú skal røkka ella støkka hjá KÍ
KÍ skal vinna á HJK Helsinki á útivølli, um tað skal eydnast at spæla seg í Conference League-deildarspælið. Fyrri dysturin á Tórsvølli endaði við 2-2 javnleiki
KÍ-liðið avmynda á Bolt Arena í Helsinki, har slagið um Conference League-deildarspælið stendur í kvøld
Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag  
 
29.08.2024 - 10:43

KÍ skal vinna so ella so á HJK Helsinki, um tað skal eydnast at spæla seg víðari í Conference League-deildarspælið.

Fyrri dysturin ímóti finnum endaði við 2-2 javnleiki á Tórsvølli, tá klaksvíkingar iðraðu seg um útjavnandi málið hjá HJK, sum kom í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. 

Tískil stendur nógv upp á spæl á Bolt Arena í kvøld. Bæði ítróttarliga, men sanniliga eisini fíggjarliga. Í fjør vann KÍ sær meir enn 30 milliónir krónur í inntøkum fyri evropeisku luttøkuna, og avlopið upp á umleið 12 milliónir var methøgt.

Eydnast tað KÍ at vinna í kvøld, skal felagið spæla í Conference League fram til jóla. UEFA-kappingarnar fyri feløg eru umskipaðar, og nú er ikki longur talan um bólkaspæl. 

Í staðin fyri at skipa liðini í bólkar, eru øll 36 liðini í Conference League saman í einari deild, har øll spæla seks dystir ímóti seks ymiskum mótstøðuliðum út frá styrkismeting, sum er gjørd frammanundan.

Átta tey fremstu liðini fara víðari, meðan liðini frá 9. til 24. pláss spæla knock-out dystir sínámillum um pláss í endaumførunum, sum eru skipað sum vanligt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558