Elin á Rógvi fingið barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Útnorðurráðsins

Elin á Rógvi fingið barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Útnorðurráðsins
Elin á Rógvi fekk virðislønina fyri bókina Flytifuglar, sum er spennandi krimi fyri børn og ung
Elin á Rógvu, rithøvundur, vónar, at bókin nú kemur út á íslendskum og grønlendskum máli
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
29.08.2024 - 19:45

Í bókini fylgja vit 11 ára gomlu Mai, sum er flutt úr Teilandi til Vestmanna. Mai roynir at finna seg til rættis í nýggju tilveruni í Føroyum, men hon verður møtt við fleiri avbjóðingum, ið kunnu gera seg galdandi, tá ið tvær ymiskar mentanir hittast.

Brádliga hvørvur eitt barn, og Mai og vinkona hennara, Emma, seta sær fyri at rannsaka málið sjálvar. Gjøgnum søguna verður stríðið hjá Mai fyri at finna sín samleika og at kenna seg heima í einum fremmandum heimi, lýst.

 

Um rithøvundin

Elin á Rógvi er ættað úr Havn. Hon er kend sum eitt nú barnabókahøvundur, sangari, skemtari og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya. Hon hevur skrivað tveir útvarps-jólakalendarar: Eg sá ein eingil, sum varð sendur í 2010, og Nivinaja, sum varð sendur í 2014.

Í 2014 fekk hon Barnabókmentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 2015 varð hon tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaviðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma.

Fimtu ferð

Útnorðurráðið samtykti í 1999 at lata barna- og ungdómsbókmentavirðisløn. Virðislønin er 60.000 krónur. Hon var fyrstu ferð latin í 2002 og er latin 11 ferðir. Føroyskir høvundar hava nú fingið hana fimm ferðir.

Umframt Elina á Rógvu, Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø hava Bárður Oskarsson (2018 og 2006) og Rakel Helmsdal (2016) vunnið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329