Uppskot um vakmyndatól kemur ikki fyrr enn næsta ár

Uppskot um vakmyndatól kemur ikki fyrr enn næsta ár
Landsstýrismaðurin sigur seg umhugsa, um vakmyndatólini skulu hava eina royndartíð, til dømis í fimm ár
Ætlanin er at koma í tingið við uppskot um vakmyndatól á heyst 2025, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.
 
05.09.2024 - 09:56

 Í fyrsta lagi um eitt ár fær løgtingið lógaruppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sigur, at Løgmálaráðið arbeiðir við nógvum lógaruppskotum, sum skulu í tingið i hesari tingsetuni.

Tí er ivasamt, um uppskotið um vakmyndatól kemur í hesi tingsetuni.

- Men eg vænti, at uppskot kann koma í tingið á heysti 2025, sigur landsstýrismaðurin.

 

Virðir løgtingssamtyktina

Løgtingið samtykti í mai eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum, sum heitti á landsstýrið um at koma við uppskoti um kommunur og vakmyndatól.

Helgi Abrahamsen, tingmaður, spurdi, um landsstýrismaðurin ætlar at fylgja løgtingssamtyktini.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at sjálvandi virðir hann løgtingssamtykina.

Málið er sett á dagsskránna hjá Løgmálaráðnum.

Bjarni Kárason Petersen sigur seg umhugsa, um vakmyndatólini skulu hava eina royndartíð, til dømis í fimm ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961