Kappingarárið í flogbólti byrjar í dag

Kappingarárið í flogbólti byrjar í dag
Bæði kvinnur og menn hava stórsteypadystir á skránni
 
07.09.2024 - 10:18

Kappingarárið í flogbólti byrjar seinnapartin í dag. Tað verður við stórsteypadystum hjá bæði kvinnum og monnum.

Síðani 2020 hevur Flogbóltssambandið ferðast kring landið við stórsteypadystunum, og í dag verða teir spældir í ítróttarhøllini á Sandi.

Kvinnurnar spæla klokkan tvey, og tá møtast Dráttur, sum vann greipuna síðsta kappingarár, og Fleyr, sum bæði í lands- og steypakappingini var næsti avbjóðarin.

Og klokkan fimm standa menninir fyri tørni, og tá eru tað føroyameistararnir í Mjølni, ið, spæla ímóti steypavinnarunum í SÍ.

Sum vant er við slíkum stórsteypadystum, fer allur ágóðum til eitt gott endamál, og í ár letur flogbólturin Autismufelagnum inntøkuna frá stórsteypadystunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334