Ukraina skotið dronur inn í Moskva

Ukraina skotið dronur inn í Moskva
Eldur kom í ein íbúðarbygning, og ein kvinna læt lív
Flestu dronurnar vóru skotnar niður, men ein drona datt niður nærindis einum íbúðarbygningi, og eldur kom í.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
10.09.2024 - 13:37

Ukraina skeyt í nátt 144 dronur inn russiska høvuðsstaðarøkið.

Russland skeyt flestu dronurnar niður, men ein drona datt niður nærindis einum íbúðarbygningi, og eldur kom í bygningin. Ein kvinna læt lív, skrivar Reuters. 

 

Uffe Dreesen.

Ukraina hevur ikki viðmerkt álopið enn, og óvist er, hvat endamálið var við álopinum, sigur tíðindamaðurin hjá TV2 í Ukraina, Uffe Dreesen:

 

10092024_Uffe_

 

Ukrainska álopið hevur ávirkað flogferðsluna í Russlandi í dag, og hildið verður, at Ukraina tilvitað á hendan hátt vil ávirka gerandisdagin hjá russum og gera teir varugar við kríggið, sum er millum londini. 

Álopið í nátt er ógvusligasta álop á russiska høvuðsstaðin, síðan kríggið brast á. 

Og russiska verjumálaráðið kunngjørdi fyrrapartin, at Russland hevur hersett fýra ukrainskar býir, skrivar AFP. 

Býirnir eru allir í Donetsk-landspartinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025