Á Breddanum: Kommunuval og amerikanska forsetavalið

Á Breddanum: Kommunuval og amerikanska forsetavalið
Í sendingini spyrja vit, um tilknýtið til politisku flokkarnar er leysari í kommunupolitikki enn í landspolitikki
Kommunuval verður 12. november.
 
12.09.2024 - 08:57

Kommunuvalið nærkast, og nú verður stillað upp kring landið. 

Listin er langur við fólki, sum skifta lista ella politiskan flokk, tá kommunuval stendur fyri durum. 

Er tilknýtið til politisku flokkarnar leysari í kommunupolitikki enn í landspolitikki? Og hvat leggja fólk dent á, tá stillað verður upp?

Tað viðgera vit í sendingini saman við stjórnmálafrøðingi, sum verður í útvarpsstovuni.

 

 

Harris og Trump

Demokratiska forsetavalevnið Kamala Harris skal vísa, hvør hon er, og tað var hólmgongan við Donald Trump eitt gott høvi til, sigur Erik Løksgarð Absalonsen, sum fylgir við í amerikanska valstríðnum.

Vit viðgera kjakið millum Harris og Trump, sum var mikunáttina.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329