Fólkaflokkurin hevði vunnið stórt

Fólkaflokkurin hevði vunnið stórt
Fólkaflokkurin hevði verið stóri vinnarin, um løgtingsval var nú. Andstøðan hevði við 20 tingsessum vunnið so syngjandi á sitandi samgongu, ið bara hevði fingið 13 tingsessir.
Beinir Johannesen kann saktans smílast, nú veljarakanning ger Fólkaflokkin til nógv størsta flokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2024 - 10:19

Í eini nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið hjá Portalinum, hevði Fólkaflokkurin fingið 28,8 prosent av atkvøðunum, sum eru næstan 10 prosentstig meira enn á valinum í 2022.

Tað er ein framgongd upp á heili 52 prosent, sum hevði givið Fólkaflokkinum 10 tingsessir. Hann hevur seks tingsessir nú.

Sambandsflokkurin er eftir kanningini næststørstur við 22,2 prosentum og átta tingsessum, so teir báðir stóru andstøðuflokkarnir kundu einsamallir skipað samgongu.

11 prosent ikki tikið støðu
Javnaðarflokkurin er triðstørstur við 20,4 prosentum og sjey tingsessum, og sum nummar fýra kemur Tjóðveldi við 13,2 prosentum, sum er metlágt og bara givið fýra tingsessir.

Miðflokkurin hevði fingið 7,1 prosent og Framsókn 6,9 prosent, og tað hevði givið teimum tveir tingsessir í part, so Framsókn hevði mist ein tingsess.

Av teimum 500 fólkunum, sum eru spurd í hesi vikuni, hava 11 prosent ikki tikið støðu til, hvar tey høvdu sett krossin.

Meira verður at hoyra um veljarakanningina í tíðindunum á middegi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744