- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur ein drápsroynd móti Trump
Í gjárkvøldið okkara tíð vóru skot latin av nærindis golfvøllinum Palm Beach, har amerikanska forsetavalevnið Donald Trump var staddur.
Hetta er aðru ferð í stutta tíð, at skotroynd eftir øllum at døma hevur verið móti Trump.
Onkur bar eyga við ein byrsumúla, sum stakk inn gjøgnum hegnið, sum er uttan um golfvøllin.
Men í løtuni er ógreitt, um møguligi gerningsmaðuri náddi at lata skot av.
Secret Service skeyt
Fólk hjá Secret Service, sum vóru við Trump á golfvøllinum, skutu eftir møguliga gerningsmanninum, og hava møguliga skotið áðrenn, so at maðurin ikki náddi at lata skot av.
Trump var millum 360 og 460 metrar burtur frá staðnum, har møguligi gerningsmaðurin var staddur.
Maðurin flýddi frá staðnum, men løgreglan fann seinni eina fult automatiska maskinbyrsu í einum runni nærindis golfvøllinum.
Í øðrum runnum var ein kikari, fleiri ryggsekkir og eitt GoPro-upptøkutól funnin.
Maðurin varð seinni handtikin í bili sínum einar 60 km. frá golfvøllinum í Palm Beach.
Forsetin fekk ikki skaða av hendingini.
Løgreglan fann m.a. ryggsekkir og kikara í runnum nærindis golfvøllinum. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Ætlaði at skjóta Trump
FBI sigur, at møguligi gerningsmaðurin, "eftir øllum at døma ætlaði at skjóta eftir Trump," og at skottilburðurin tykist hava verið ein drápsroynd.
Amerikanskir miðlar skriva, at handtikni maðurin, sum er 58 ára gamal, er Ukraina-atgerðarfólk og er kendur hjá løgregluni fyri smærri lógarbrot. Hann býr í Hawaii, men er ættaður úr North Carolina.
New York Post skrivar, at skotini vóru latin av, tá ið Trump var á veg av golfvøllinum. Blaðið vísir til keldur í løgregluni, sum siga, at talan var um tvey fólk, sum skutu eftir hvørjum øðrum, og at Trump ongantíð var í lívsvanda.
Miðlar seta nú spurnartekn m.a. við, um trygdin rundan um golfvøllin hevur verið nóg góð. Eisini verður undrast á, hvussu maðurin náddi at koyra 60 km. frá staðnum, áðrenn hann varð handtikin.
Óhoyrt
Tíðindafólkið hjá danska kringvarpinum DR í USA, Anne Alling, sigur, at tað er óhoyrt, at tvey álop hava verið í so stutta tíð móti einum forsetavalevni.
Maðurin, sum hildið verður ætlaði at fremja drápsroynd móti republikanska forsetavalevninum Donaldi Trump í gjárkvøldið, er 58 ára gamal, og er Ukraina-atgerðarfólk, skriva amerikanskir miðlar.
Nú verður virksemið hjá honum á sosialum miðlum kannað, sigur Anne Alling, tíðindafólk hjá DR í USA: