Ógreitt um drápsroyndin fer at ávirka valstríðið hjá Trump

Ógreitt um drápsroyndin fer at ávirka valstríðið hjá Trump
Maðurin, sum verður hildin at vera gerningsmaðurin, hevur skrivað bók, har hann sigur um seg sjálvan, at hann er barbariskur drápsmaður
FBI sigur, at møguligi gerningsmaðurin 'eftir øllum at døma ætlaði at skjóta eftir Trump', og at 'skottilburðurin tykist hava verið ein drápsroynd móti Trump'.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.09.2024 - 13:32

Enn er ógreitt, um møguliga drápsroyndin móti Donaldi Trump í gjárkvøldið fer at ávirka valstríðið hjá honum. 

Eftir ætlan skuldi republikanska forsetavalevnið hitta veljarar í Flint í Michigan í morgin.

Trump er í løtuni í Mar-a-Lago í Palm Beach og skal eftir ætlan halda røðu á miðlinum X í sambandi við, at sonurin hevur gjørt ein pall fyri krypto-gjaldoyra.

Og mikudagin skal Trump eftir ætlan til eitt tiltak í New York.

FBI sigur, at møguligi gerningsmaðurin 'eftir øllum at døma ætlaði at skjóta eftir Trump', og at 'skottilburðurin tykist hava verið ein drápsroynd móti Trump'.

 

Ryan Wesly Routh er handtikin, skuldsettur fyri at hava roynt at drepa Donald Trump. Her sæst hann í samrøðu við AP-tíðindastovuna í í 2022 um Ukraina. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Stuðlar Ukraina

Amerikanskir miðlar skriva, at handtikni maðurin, 58 ára gamli Ryan Wesley Routh, stuðlar Ukraina í krígnum móti Russlandi og er kendur hjá løgregluni fyri smærri lógarbrot. Hann býr í Hawaii, men er ættaður úr North Carolina.

The Times hevur tosað við ein granna hjá møguliga gerningsmanninum.

- Ryan Wesley Routh er ein ørvitisfiskur, og øll í gøtuni ræddust hann. Men eg haldi ikki, at hann hevði farið so langt. Eg veit, at hann var løgin, men at drepa forsetan? Tað er burturvið, sigur fyrrverandi grannin.

 

Bókin, sum Ryan Wesley Routh gav út fyrr í ár. 

 

Barbariskur drapsmaður

Ryan Wesley Routh sigur í bókini Ukraine’s Unwinnable War, sum hann gav út í februar í fjør, at 'hann helst kundi flokkast sum ein barbariskur drápsmaður.'

- Eg hevði helst flent at tí og dripið hønur sama dag. Um vit øll eru ímóti, at ósek sivilfólk verða dripin, hvussu kunnu vit so einki gera, tá ið yvirgangsmenn sum Putin drepa túsundtals ósekar grannar hjá tær?' spyr hann í bókini.

Aðrastaðni í bókini sipar hann til eitt møguligt álop á Trump. 

Hann greiðir víðari frá, at hann ætlaði sær til Ukraina at berjast móti Russlandi, men var steðgaður á markinum millum Pólland og Ukraina.

 

Á tíðindafundi eftir skottilburðin kunngjørdi løgreglan hesar myndirnar, sum løgreglan sigur eru av ryggsekkjum, ið handtikni maðurin átti. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Biður Iran um umbering

Brot úr bókini, sum eru løgd út á netið, endurgeva, at hann biður Iran um umbering fyri heilatóma forsetavalið í 2016, tá ið Trump vann. 

Hann skrivar:

- Eg má taka mín part av ábyrgdini ... men eg eri maður, sum tori at siga, at eg gjørdi skeiva meting og gjørdi eitt mistak, og tí biði eg Iran um umbering. Tað stendur tykkum frítt at avrætta Trump og eisini meg fyri mína skeivu meting.

Eingin hevur dirvi til at seta í verk eina natúrliga úrveljing ella eina ónatúrliga úrveljing.

Routh spyr eisini aðrastaðni í bókini, 'hví eingin hevur dripið Putin'.

 

Copycat

Robert McDonald, fyrrverandi Secret Service-agentur, sum hevur staðið á odda fyri trygdini hjá Joe Biden, forseta, sigur við BBC4-radio, at nú verður stúrt fyri fleiri 'copycat'-álopum á Trump. 

Copycat-fólk eru, sambært Sprotanum, fólk, sum herma.

- Copycat-fólk eru júst tey, sum vit óttast, tí tey síggja, at seinastu átta vikurnar eru tvey fólk við framkomnum skotvápnum komin lutfalsliga nær at Trump og kundu gjørt stóran skaða. Stóri spurningurin er nú, um onkur klárar at koma uppaftur nærri og gera stóran skaða, sigur Robert McDonald við BBC4-radio.

Bæði repulikanarar og demokratar mæla nú til, at Trump fær somu trygdarstøðu sum sitandi forseti. 

Spurningurin er, hvussu ella um hetta fer at broyta undirtøkuna hjá Trump.

- Tað er ov tíðliga at siga, men hon er vissuliga brenni á bálið, sum longu stendur í ljósum loga, sigur tíðindafólkið hjá danska TV2 í USA, Lotte Mejlhede:

 

16092024_Mejlhede


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318