Samd landsstýrismálanevnd gjørt niðurstøðu um Ingilín D. Strøm

Samd landsstýrismálanevnd gjørt niðurstøðu um Ingilín D. Strøm
Landsstýriskvinnan hevur fingið eina viku at gera sínar viðmerkingar til niðurstøðuna
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur fingið eina viku at gera viðmerkingar til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.09.2024 - 15:30

Landsstýrismálanevndin hevur gjørt sína niðurstøðu í kæruni móti landsstýriskvinnuni í bústaðarmálum.

Tað er ein samd landsstýrismálanevnd, sum er komin til hesa niðurstøðu, ið tó er at rokna sum ein fyribils niðurstøða. 

Tí niðurstøðan er send Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í bústaðarmálum, sum hevur fingið eina viku til at gera sínar viðmerkingar til hana.

Hans Jacob Thomsen er formaður í landsstýrismálanevndini:

 

23092024_Hans_Jacob

 

Ingilín Didriksen Strøm er kærd fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, tá ið hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at Húsalánsgrunnurin og Bústaðir høvdu trupulleikar við langtíðarhaldførinum.

Hin kæran, ið Landsstýrismálanevndin skal avgreiða, er um Dennis Holm.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er kærdur fyri at hava latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.

Nevndin er ikki liðug at viðgera ta kæruna enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342