56 prosent av fiskileiðum eru stongdar fyri troli alt árið

56 prosent av fiskileiðum eru stongdar fyri troli alt árið
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni
69 prosent av fiskileiðunum innan fyri 300 metra dýpi eru heilt ella partvíst friðaðar fyri trolveiðu. (Savnsmynd)
 
30.09.2024 - 08:47

69 prosent av fiskileiðunum innan fyri 300 metra dýpi eru heilt ella partvíst friðaðar fyri trolveiðu.

Og 56 prosent av leiðunum eru stongdar fyri troli alt árið.

Tó hava trolbátar loyvi til at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann, sum spurdi um friðaðar og stongdar fiskileiðir.

 

Friðingar eftirmettar

Í 2014 var gjørd ein eftirmeting av gýtingarfriðingum, trolfriðingum og skipanini við bráðfeingis veiðibanni.

Niðurstøðurnar vóru í høvuðsheitum, at gýtingarfriðingarnar á landgrunninum virka eftir ætlan og verja í góðan mun gýtandi tosk, í ávísan mun gýtandi upsa, men als ikki gýtandi hýsu.

Trolfriðingarnar gera trýstið á stovnarnar minni. 

Her er tó vert at hava í huga, sigur Dennis Holm, at fremsta endamálið við meginpartinum av trolfriðingunum, sum komu í 1990-unum, er at tryggja, at trol ikki tarnar teimum, sum royna við húki.

Og bráðfeingis veiðibann virkar eftir ætlan.  

 

Trolbátar loyvi til at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar um summarið. (Savnsmynd)

 

Friðingar hava virkað á Føroyabanka

Úrslitini frá frágreiðingini í 2014 eru ikki dagførd, sigur landsstýrismaðurin. 

Eitt ítøkiligt dømi um, at friðingar virka væl, er botnfiskurin á Føroyabanka.

Hann er komin fyri seg, eftir at bankin var stongdur fyri at kalla allari veiðu í 14 ár, frá 2008 til 2021, sigur Dennis Holm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744