Kvinna ákærd fyri tvígiftu og grovt svik

Kvinna ákærd fyri tvígiftu og grovt svik
Føroyingurin, sum hon bleiv gift við, vísti ikki, at hon longu var gift. Kvinnan fekk eisini føroyska mannin at flyta sær pengar til dóttur, sum ikki var til
Málið skuldi viðgerast í Føroya rætti hósdagin, men verjin hevur biðið um at fáa tað útsett. Viðgerðin verður í desember.
 
01.10.2024 - 08:27

Ein 39 ára gomul kvinna er ákærd fyri bigami, tvígiftu.

Hon er ákærd fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon var gift í heimlandi sínum í Asia.

Hetta var í 2012.

Føroyingurin, sum hon bleiv gift við, vísti ikki, at hon longu var gift.

Kvinnan er eisini ákærd fyri serliga grovt svik.

 

Flutti pengar til dóttur, sum ikki var til

Hon fekk frá januar 2012 til apríl 2017 føroyska mannin hjá sær at halda, at hann hevði eina dóttur í landinum, haðani kvinnan er.

Á tann hátt fekk kvinnan mannin at flyta kvinnuni slakar 754.000 krónur, sum skuldu fara til dóttrina, sum ikki var til.

Fyrivarni er tikið um, at endurgjald verður kravt.

Málið skuldi viðgerast í Føroya rætti hósdagin.

Men verjin bað um at fáa tað útsett. Tað verður tí ikki fyrr enn í desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329