Skulu nú gjalda 100 prosent til síni egnu børn

Skulu nú gjalda 100 prosent til síni egnu børn
Fólk, sum gjalda uppihaldspening, skulu ikki longur fáa pengar úr landskassanum
Stuðulin til barnapengar dettur burtur, ætlar landsstýrið.
 
02.10.2024 - 06:30

Fólk, sum gjalda uppihaldspening, skulu ikki longur fáa pengar úr landskassanum.

Landsstýrið ætlar at strika stuðulin fyri at spara.

Nú sigur lógin, at tey, sum gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga og ella til børn yngri enn 18 ár, fáa 40 prosent úr landskassanum.

Stuðulin verður bara veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn.  

Vanligt barnagjald í ár er 1.162 kr. 

Fólk, sum rinda barnagjald fyri trý børn, rinda tí 3.486  kr. um mánaðin.  

Tey fáa tí stuðul til 40 prosent av gjaldinum til tvey børn, tað eru 930 kr. um mánaðin.

Tá broytingin hevur fingið fullan virknað í 2026, er sparingin um árið 2,7 mió, kr.

Tey, sum gjalda uppihaldspening fyri 2024, kunnu søkja um stuðulin fram til 1. juli 2025.

Í fjør fingu 206 fólk stuðul til uppihaldspengar.

Tey vóru 213 í 2022 og 220 í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053