Fyri fyrstu ferð fór ferðafólkatalið upp um 40.000 í september

Fyri fyrstu ferð fór ferðafólkatalið upp um 40.000 í september
Tey trý útlendsku flogfeløgini, SAS, Icelandair og Widerøe, fara ikki at flúgva til Føroya í vetur
Icelandair flýgur ikki til Føroya í vetur, men felagið hevur boðað frá, at tað byrjar longu aftur 11. apríl næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.10.2024 - 11:30

September 2024 er fyrsti september í søguni hjá flogvøllinum í Vágum, at ferðafólkatalið er yvir 40.000.

Tað er 40.505.

Og tað eru 9,9 prosent fleiri enn í september í fjør, sum var eitt vet verri enn september 2019.

Higartil, tað er til 1. oktober, er vøksturin 3,7 prosent, verður samanborið við 2023.

Tey trý útlendsku flogfeløgini, SAS, Icelandair og Widerøe, fara ikki at flúgva til Føroya í vetur.

Icelandair er helst nøgt við føroyaflúgvingina, sum byrjaði í vár, tí felagið hevur boðað frá, at tað byrjar longu 11. apríl næsta ár, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609