Tríggir móttøkuflokkar í hesum skúlaárinum

Tríggir móttøkuflokkar í hesum skúlaárinum
Farna skúlaár vóru 224 næmingar, sum hava útlendskan uppruna, í føroyska fólkaskúlanum
Móttøkuflokkur er í Eysturskúlanum í Havn.
 
09.10.2024 - 08:11

Undirvísingarstýrið fekk eina umsókn um móttøkuflokk í hesum skúlaárinum, sum ikki leyk treytina, sum er minst sjey næmingar.

Tí eru tríggir móttøkuflokkar í hesum skúlaárinum, skrivar Skúlablaðið.

Móttøkuflokkur eru í Runavíkar kommunuskúla, Eysturskúlanum og so er ein nýggjur flokkur, sum er samstarv millum Fuglafjarðar skúla og skúlan í Eysturkommunu. 

Farna skúlaár vóru 224 næmingar, sum hava útlendskan uppruna, í føroyska fólkaskúlanum, skrivar Skúlablaðið. 

 

113 næmingar uttan fyri Evropa

113 teirra vóru úr londum uttan fyri Evropa.  Teir vóru 45 fyri 10 árum síðan. 

Næmingar, sum hava útlendskan uppruna, eru teir, sum ikki eru úr Norðurlondum. 

Seinastu tvey skúlaárini hevur Tórshavnar kvøldskúli havt móttøkuflokk við næmingum úr fólkaskúlum í kommununi. 

Tann flokkurin heldur ikki fram.

Sum skilst er eingin ítøkilig ætlan um at stovna annan móttøkuflokk í kommununi í næstum, skrivar Skúlablaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334