Føroyskur útflutningur er ikki bara fiskur og laksur

Føroyskur útflutningur er ikki bara fiskur og laksur
Hóast størsti parturin av føroyska útflutninginum er alilaksur og veiddur fiskur, er tað eisini í eitt nú byggi-, kt- og ferðavinnuni, at føroyingar gera seg galdandi
Suni Justinussen, stjóri í ProAqua
Mynd: Bárður Lydersen  
 
15.10.2024 - 16:52

Bæði shipping- og ferðavinnan eru í vøkstri, tá talan er um føroyskar útflutningsvinnur. Men talan er eisini um aðrar vinnur, so sum byggivinnuna, ið bjóðar seg fram uttanlands, og kunningar- og samskiftistøkni.

Tað sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum leggur afturat, at fleiri og fleiri føroyskir undirveitarar til stóru vinnurnar í Føroyum eisini gera seg galdandi uttanlands.

Í løtuni standa serliga ali- og fiskivinnan fyri umleið 80 prosentum av samlaða útflutninginum, meðan tænastuvinnurnar standa fyri umleið 20 prosentum,

Niels Winther nevnir eisini, at í Íslandi er fremsta útflutningsvinnan ferðavinnan, meðan fiskivinnan er á einum fjórða plássi, tá talan er um íslendska útflutningin.


Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ársins virki 2024 brýtur upp úr nýggjum

Fríggjadagin 13. september varð GroAqua á Kambsdali – ein fyritøka, sum upprunaliga var stovnað í 1972 av Jóannesi Thomsen og seinri nevnd JT Electric, kosin Ársins virki.

Í 2018 legði fyritøkan seg eftir bara at veita vørur og tænastur til alivinnuna - og ikki bara í Føroyum, men um allan heimin.

Vit tosa við Suna Justinussen, ið er stjóri í GroAqua, um eitt nú hvussu fyritøkan mennir sínar vørur og tænastur, um hvat skal til, tá tú skalt gera teg galdandi á altjóða marknaðin, og hvørji starvsfólk, GroAqua hevur brúk fyri.

Umleið 74 prosent av søluni hjá GroAqua kemur úr útheiminum, meðan heimamarknaðurin telur umleið 26 prosent.

Umframt høvuðssætið í Føroyum, hevur GroAqua deildir í Skotlandi, Noregi og Póllandi.


Pætur Jakobsen, stjóri í verkfrøðingafyritøkuni SMJ (Mynd: Bárður Lydersen)

 

SMJ: Útlendski marknaðurin hevur sera stóran týdning

Tað sigur Pætur Jakobsen, ið er annar av stjórunum í verkfrøðingafyritøkuni SMJ, ið var stovnað av Sofusi M. Jakobsen í 1969.

Í dag stava 75 prosent av søluni hjá SMJ frá útlandinum, meðan føroyski marknaðurin telur 25 prosent. Hetta hevur stóran týdning fyri fyritøkuna, millum annað tí at sveiggini í føroyska búskapinum ikki merkjast so væl, samstundis sum útlendski marknaðurin eisini er áhugaverdur hjá teimum, ið starvast í fyritøkuni.

Virksemið hjá SMJ fevnir um fleiri Norðanlond, teirra millum Danmark, Ísland, Noreg og Grønland.

 

Tú skalt ikki smæðast

Tú skalt halda teg framat, um tú vilt gera teg galdandi uttanlands, og her eru føroyingar kanska heldur smædnir, sigur Pætur Jakobsen.

Men føroyingar standa als ikki aftan fyri nakran, so vit skulu tora – eisini, um vit fáa okkurt nei við á vegnum.

 

 

Fakta um føroyskan útflutning
Í 2023 útfluttu Føroyar vørur fyri tilsamans 12,692 milliardir krónur, ið vóru býttar soleiðis:
Útflutningurin av alilaksi var 5,298 milliardir krónur. Veiddur fiskur 4,138 milliardir krónur. Fiskamjøl, lýsi og fiskafóður 2,498 milliardir krónur, meðan útflutningurin av øðrum vørum var 788 milliónir krónur.
Í 2022 útfluttu Føroyar tænastur fyri tilsamans slakar 3 milliardir krónur, ið vóru býttar soleiðis:
Flutningur sjóvegis og loftvegis: 1,363 milliardir krónur, ferðing annars, sum í høvuðsheitum fevnir um ferðavinnu, er 900 milliónir krónur, tøknuligar og handilsligar vinnutænastur, 230 milliónir krónur, bygging, 120 milliónir krónur og aðrar tænastuvinnur, 377 milliónir krónur.
 
Kelda: Vinnuhúsið

 

Hvat: Tíðarrák
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdag kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976