Landsstýrismálanevndin viðger kæruna aftur í dag

Landsstýrismálanevndin viðger kæruna aftur í dag
Formaðurin Hans Jacob Thomsen hevur sagt, at endalig niðurstøða í malinum um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, kemur kanska í dag
Landsstýrismálanevndin fer á fund klokkan níggju at viðgera kæruna um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2024 - 08:16

Í morgun klokkan 9 fer landsstýrismálanevndin á fund at viðgera kæruna um landsstýriskvinnuna Ingilín Didriksen Strøm.

Formaðurin Hans Jacob Thomsen hevur sagt, at endalig avgerð kemur kanska í dag.

Jacob Vestergaard hevur kært landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum fyri at hava sagt ósatt fyri løgtinginum, tá ið hon segði seg ongar ábendingar hava fingið um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum.

Fyribils niðurstøðan hjá einari samdari landsstýrismálanevnd var, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.

Landsstýriskvinnan heldur ikki, at landsstýrismálanevndin hevur prógvað út um allan rímiligan iva, at hon tilvitað hevur sagt ósatt.

Hon heldur, at landsstýrismálanevndin eigur í fyrra lagi at sleppa málinum, og í seinni lagi at fáa løgtingsforkvinnuna at seta kanningarstjóra.

 

Atkvøða um danskan floksstuðul

Tingfundur er eisini í dag.

Atkvøðast skal við aðru viðgerð, um danska floksstuðulslógin skal setast í gildi í Føroyum.

Kunngerðin er ongantíð lýst í Føroyum, og nú ivi var um heimildina, helt danska Innanríkismálaráðið tað vera rættast at steðga stuðulsveitingini fyribils, til lógin er kunngjørd í Føroyum.

Flokkar og listar, sum hava fingið minst 1.000 atkvøður, kunnu søkja um stuðul.

Í ár er stuðulin 35 krónur og 75 oyru fyri hvørja atkvøðu.

Í uttanlandsnevndini vóru umboðini fyri Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin fyri at samtykkja uppskotið, og umboðini fyri Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn vóru ímóti.

Løgtingið fer eisini at viðgera trý uppskot úr familjupakkanum hjá Fólkaflokkinum. Tey uppskotini verða síðan beind í fíggjarnevndina og mentanarnevndina.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809