Putin: Bara Russland ger av, um norðurkoreansk herfólk verða brúkt

Putin: Bara Russland ger av, um norðurkoreansk herfólk verða brúkt
Ukrainski forsetin sigur, at Russland fer longu sunnudagin at seta norðurkoreansk herfólk inn í stríðið
Russiski forsetin, Vladimir Putin, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
25.10.2024 - 15:21

Tað verður bara Russland, sum ger av, um Russland fer at brúka norðurkoreansk herfólk í Ukraina.

Tað sigur russiski forsetin Vladimir Putin í almennum russiskum sjónvarpi í dag, nú søgur eru farnar at ganga um, at norðurkoreansk herfólk eru komin til ukrainska hermótið.

Sambært ukrainska forsetanum Volodymyr Zelinskyj fer Russland longu sunnudagin at seta norðurkoreansk herfólk inn í stríðið.

Í gjár vildi Putin hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at herdeildir úr Norðurkorea skulu stríðast móti Ukraina saman við russiska herinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. mai
Útilív 4:6 - teknmálstulkað
191887
Mikudag 14. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
191842
Týsdag 13. mai
Grønir fingrar (3:3)
191776
Týsdag 13. mai
Veðrið
191826