Grønland boykoyttar Norðurlandaráðið

Grønland boykoyttar Norðurlandaráðið
Grønland boykottar framvegis Norðurlandaráðið, sum í hesari vikuni hevur ársfund í Reykjavík
Grønland, Áland og Føroyar sleppa ikki altíð uppí part.
 
30.10.2024 - 06:00

Grønland boykottar framvegis Norðurlandaráðið, sum í hesari vikuni hevur ársfund í Reykjavík.

Tað ger landið, tí Føroyar, Áland og Grønland ikki sleppa við á týðandi fundir hjá ráðnum. 

Mute B. Egede, landsstýrisformaður, sigur aftur nú, at londini í norðurlendska samstarvinum eru býtt í eitt A-lið og eitt B-lið.

Og tí er grønlendska landsstýrið ikki við á fundunum hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík. 

Ikki minst, tí ársfundurin í ár er um frið og trygd í Arktis, eigur Grønland at vera við í øllum fundum har, sigur landsstýrið.

Landsstýrið endurskoðar nú lut Grønlands í norðurlendska samstarvinum. 

Antin ella ikki

Føroyar eru við í Reykjavík, hóast støða Føroya er tann sama sum tann grønlendska.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, endaði sína røðu á ársfundinum í gjár við orðunum:

"Enten er vi helt med, eller også er vi slet ikke med."

Antin eru vit við í øllum, ella eru vit als ikki við.

Í morgin verður atkvøtt um dagføringar í helsingforssáttmálanum, grundlógini hjá norðurlendska samstarvinum.

Ein uppskotin dagføring er at geva Føroyum, Álandi og Grønlandi fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439