Donsk keypssamtøka skal endurnýggja Føroya Keypssamtøku

Donsk keypssamtøka skal endurnýggja Føroya Keypssamtøku
Fredensborg Brugsforening og Føroya Keypssamtøka kasta saman í royndini at fáa rakturin í FK aftur á beint og gera hana tíðarhóskandi
Raksturin í FK skal fáast at gevast avlop, og føroyska keypssamtøkan skal eisini endurnýggjast og dagførast.
 
06.11.2024 - 14:10

Fredensborg Brugsforening - stytt FOB - hevur sett tvísiffraða milliónaupphædd í Føroysku Keypssamtøku, FK. 

- Føroya Keypssamtøka hevur verið afturúrsigld leingi, men vónirnar eru nú at kunna endurnýggja keypsamtøkuna, so hon aftur gerst tíðarhóskandi.

Tað sigur Jákup Mørkøre, formaður í Føroya Keypssamtøku:

 

06112024_Keypssamtokan

 

Bo Kristensen, leiðari í FOB, verður nevndarformaður í nýggja felagnum, og stjóri verður Kristian Wolsing, sum seinasta árið hevur verið fyribilssettur stjóri í FK.

 

FAKTA
Lutafelagið Føroya Keypssamtøka (FK) stovnar felagið sp/f FK, sum fer at reka FK-handlarnar í Føroyum. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka, sum í løtuni eigur og rekur FK-handlarnar, skjýtur sínar ognir og skyldur inn í nýggja felagið. FOB kemur við eini tveysifraðari milliónaupphædd, lutvíst sum íløga og lutvíst sum lán, og fer at eiga helvtina av felagnum. Endamálið er at fáa raksturin at geva yvirskot aftur, samstundis sum FK skal endurnýggjast og dagførast á fleiri økjum, so tað verður tíðarhóskandi og kappingarført. Nevndin og dagliga leiðslan í nýggja felagnum fara at leggja strategiina. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka fer sostatt frá at reka handil til at eiga helvtina av einum felag, sum rekur handil.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329