Skúvoy verður ikki knýtt upp í Suðuroyartunnilin

Skúvoy verður ikki knýtt upp í Suðuroyartunnilin
Felagið, sum skal byggja tunnilin, letur kortini møguleikan at knýta Skúvoy uppí "standa opnan"
Líkt er til, at Skúvoyggin verður ikki knýtt í Suðuroyartunnilin í fyrstu atløgu.
 
11.11.2024 - 11:18

Skúvoy verður ikki knýtt upp í Suðuroyartunnilin.

Tað verður staðfest í uppskotinum til løgtingslóg um Suðuroyartunnil, sum nú er alment og sent til hoyringar.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at "Semja er um, at Skúgvoy ikki verður knýtt upp í Suðuroyartunnilin í fyrstu atløgu."

Les lógaruppskotið her.

Víðari stendur tó, at við einum tunnilsøki verður gjørt klárt til, at Skúvoy møguliga í framtíðini kann knýtast upp í Suðuroyartunnilin. 

Í fylgiskjalinum, sum lýsir fíggingarleistin, stendur, at partafelagið Suðuroyartunnilin hevur latið møguleikan at knýta Skúvoy upp í Suðuroyartunnilin "standa opnan."

Út frá hesum ber til at staðfesta, at tað er ein politisk avgerð, at Skúvoy ikki verður knýtt upp í Suðuroyartunnilin.

 

20. februar vóru skúvoyingar í Tinganesi við aheitan um, at oyggin verður knýtt í Suðuroyartunnilin. Her heilsar løgmaður upp á Harry Jensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum 

 

Kostar millum 200 og 400 milliónir

Metti kostnaðurin av at knýta Skúvoy upp í tunnilin er millum 200 og 400 milliónir krónur, alt eftir hvør linjuføringin verður.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at stytsta linjuføring verður mett at kosta umleið 200 milliónir krónur. Hon hevur við sær, at hallið á vegnum upp í oynna verður 12,5 prosent, og tað er munandi hægri enn í øðrum tunlum. 

Eisini verður nevnt í viðmerkingunum, at tað er ivasamt, hvørja og hvussu nógva ferðslu Skúvoyggin kann bera. 

Eingin veit við vissu í dag, hvat ein komandi Suðuroyartunnil fer at kosta, tí fyrireikingararbeiðið er ikki liðugt  og arbeiðið er heldur ikki boðið út. 

Sambært eini dagførdari kostnaðarmeting er prísurin umleið fýra milliardir, tað er í 2024 prísum.

Í hesum fýra milliardunum er íbindingin til Skúvoynna ikki íroknað. 

Skúvoyar kommuna er minsta kommuna í landinum. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovuni, sum eru fyri september í ár, búgva 36 fólk í kommununi, 32 í Skúgvi og fýra í Stóru Dímun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Leygardag 7. desember
Morgunlestur leygardagur 7.desember 2024
183773
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551