Kollafjørður fekk bæði umboðini vald inn

bannari
Kollafjørður fekk bæði umboðini vald inn
Anja Weyhe og Bergur Jensen, bæði umboðandi Kollafjørð, blivu vald í kommunustýrið í Tórshavnar kommunu.
Bergur Dam Jensen í kolli, í samráðingum í høllini á Hálsi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2024 - 23:59

Við ávikavist 367 og 366 atkvøðum, komu tey bæði Anja Weyhe og Bergur Dam Jensen inn í kommunustýrið hjá Tórshavnar kommunu. 

Tey hava bæði í valstríðnum lagt stóran dent á, at tey vilja umboða Kollafjørð í kommunustýrinum. 

Talan er um tvey fólk, ið hava verið sera aktiv í frítíðarvirksemi í Kollafirði. 

Hóast Anja Weyhe býr í Hoyvík, er hon uppvaksin í Kollafirði og hevur seinastu árini verið forkvinna í hondbóltsfelagnum KÍF. 

Bergur Dam Jensen er eisini uppvaksin og býr í Kollafirði. Eisini Bergur er aktivur í frítíðarvirksemi í Kollafirði, sum formaður í kappróðrarfelagnum KÍF. 

Anja Weyhe (E) og Bergur Dam Jensen (C) gjørdust ávíkavist nummar nýggju og 10, við bert einari atkvøðu á muni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025