- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søguligur møguleiki fyri javnstøðu á kommunuvalinum
Ársins kommunuval kann gerast eitt søguligt val fyri javnstøðuna í kommunalpolitikki í Føroyum.
Ongantíð fyrr hava so nógvar kvinnur stillað upp til politiskt val í Føroyum.
Tað sigur Demokratia í tíðindaskrivi.
Kvinnulistar gera mun
Í mong ár hava kvinnulistar verið eitt munagott amboð, tá tað snýr seg um javnstøðu í uppstilling.
Og kvinnulistarnir kunnu altso gerast avgerandi fyri javnstøðuna á kommunuvalinum 2024.
Millum annað í Sunda kommunu og í Sjóvar kommunu er tikið stig til kvinnulistar, sum skulu økja um kvinnuumboðanina til kommunuvalið.
Í býráðnum í Sunda kommunu er ein av ellivu býráðslimum í kommununi kvinna.
Og til seinasta kommunuval var eingin kvinna vald inn í Sjóvar kommunu. Hetta vilja kvinnur á kvinnulistunum broyta.
Fyrsti kvinnulistin í 50'unum
Men hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi.
Sambært felagnum Demokratia er gjørt stórt og miðvíst arbeiði til frama fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk bæði í Føroyum og í grannalondum.
Tað var Kvinnufelagið í Havn, sum í 1956 tók stig til fyrsta kvinnulistan í Føroyum, og tá fingu tær eina kvinnu valda í býráðið.
Serlig framgongd var í 1988, tá talið á kvinnum í kommunustýrum vaks ur 14 upp í 33. Hetta árið vóru kvinnulistar í sjey kommunum. Og triðja hvør kvinna, sum varð vald tá, var á einum kvinnulista.
Kunnu skriva valsøgu
Kommunuvalið 2024 kann nú eisini gerast eitt týðandi ár fyri javnstøðu í politikki í Føroyum, tí ongantíð áður hava fleiri kvinnur stillað upp á einum politiskum vali í Føroyum.
Á valevnislistum kring landið hesa ferð eru 337 menn og 219 kvinnur.
Hetta vil siga, at kvinnur umboða 39,4 prosent av øllum valevnunum í sambandi við kommunuvalið 2024.
Tað vil siga, at ikki er langt frá minstamarkinum fyri javnstøðu, sum er 60/40, hervið 60 menn og 40 kvinnur.