Elveitingareftirlitið: Fáa ikki gjørt øðrvísi í málinum um Eysturlund

Elveitingareftirlitið: Fáa ikki gjørt øðrvísi í málinum um Eysturlund
Elveitingareftirlitið og Effo eru ósamd um, hvat skal gerast í sambandi við vindmyllulundina Eysturlund
Elveitingareftirlitið og Effo eru ósamd um, hvat skal gerast í sambandi við vindmyllulundina Eysturlund. (Savnsmynd)
 
13.11.2024 - 14:38

Umhvørvisstovan fær ikki gjørt øðrvísi, enn hon hevur gjørt í sambandi við umsóknina hjá Effo um loyvi til at gera vindmyllulundina Eysturlund.

Tað sigur Ari Johanneson, leiðari á Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni.

 

Ari Johanneson er leiðari á Elveitingareftirlitinum. 

 

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í tíðindasendingini á nátturða í gjár segði Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, at felagið ikki er samt við umhvørvismyndugleikan, um at talan er um eitt net. 

Men sambært leiðaranum á Elveitingareftirlitinum er tað bæði ein spurningur um, hvussu umsóknin er orðað, og nær hon er send, sum er við til at seta Umhvørvisstovuna í hesa støðuna.

Umsóknin hjá Effo var send myndugleikunum, áðrenn elveitingarlógin var broytt í vár, og tí er umsóknin viðgjørd eftir gomlu lógini.

Men av tí at spurningurin um netið ikki var uppií tá, so skal hann viðgerast eftir nýggju lógini, og eftir broytingina er tað bara SEV, sum hevur loyvi til at eiga og reka net.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13112024_Eysturlund

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576