Ikki skipað seg í Hvalba enn

Ikki skipað seg í Hvalba enn
Hvalbingar og sandvíkingar mugu bíða til mánadagin, áðrenn teir vita, hvør verður borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
16.11.2024 - 11:07

Nýggja bygdaráðið í Hvalba hevur ikki skipað seg enn, og sum Kringvarpið skilir, verður tað ikki fyrr enn seinnapartin mánadagin, at hvalbingar og sandvíkingar fáa at vita, hvør verður borgarstjóri í nýggja bygdaráðnum.

Á valinum fekk listi B fýra limir í nýggja kommunustýri og listi A, sum er listin hjá Janusi Thomsen, borgarstjóra, trý umboð.

Halda valdu limirnir seg til listarnar, so er tað upp til lista B at gera av, hvør verður borgarstjóri í nýggja bygdaráðnum.

Tað var annars borgarstjórin, Janus Thomsen, sum fekk flestar atkvøður á valinum. Hann fekk 48 atkvøður, men fyrstvaldi bygdarráðslimurin í Hvalbiar kommunu var varaborgarstjórin, Ronni Hammer, sum fekk tríggjar atkvøður færri enn borgarstjórin.

Stór útskifting
Fýra nýggj fólk vórðu vald í nýggja bygdaráðið í Hvalba, sum fevnir um bæði Hvalba og Sandvík. Tey eru Jónfinn Poulsen, Otto West, Jóhannes Liasson Rasmussen og Rakul Mørk.

Tey komu í staðin fyri Eir J. Norðberg, Niels Olaf Eyvindsson, Thorstein Thomsen og Martin í Nesi, sum øll stillaðu uppaftur, men ikki vórðu afturvald.

Tað búgva 634 fólk í Hvalbiar kommunu í oktober, 567 í Hvalba og 67 í Sandvík, men síðsta árið eru tey blivin 15 fólk færri, tí 16 fólk eru flutt úr Hvalba hetta seinasta árið og eitt fólk er flutt til Sandvíkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040