Ukraina kann brúka amerikonsk vápn inni í Russlandi

Ukraina kann brúka amerikonsk vápn inni í Russlandi
Avgerðin er týðandi broyting í amerikanska politikkinum í stríðnum millum Ukraina og Russland
Joe Biden, forseti, hevur givið ukrainska starvsbróðurinum, Zelenskyj, loyvi at nýta amerikonsk vápn inni í Russlandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
18.11.2024 - 08:32

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur strikað ásetingarnar, sum forða Ukraina í at brúka amerikonsk vápn móti málum langt inni í Russlandi.

Tað siga keldur, sum hava kunnleika við málið við Reuters tíðindastovuna, og ónevndar keldur við blaðið New York Times.

Avgerðin er týðandi broyting í amerikanska politikkinum í stríðnum millum Ukraina og Russland.

Ukraina hevur æltanir um at fremja síni fyrstu álop á mál í Russlandi fyrsta dagin søgdu keldurnar, uttan at avdúka smálutir.

Hvítu húsini vilja ikki gera viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086