BirkBlog: Dolly Parton slættaði sjógv í einum polariseraðum heimi

BirkBlog: Dolly Parton slættaði sjógv í einum polariseraðum heimi
Í einari verð, sum er borin uppi av polarisering, spenningi og andstøðuskering, var Dolly Parton ein brúgvasmiður, skrivar Birgir Kruse, mentanarmiðlari, um countrydrotningina
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.08.2026 - 09:39

Minningarorð um heimskendu countrydrotningina Dolly Parton, ið andaðist týsdagin 25. august, 80 ára gomul, floyma í hesum døgum út á alnetið og sosialu miðlarnar úr øllum heiminum og heraðshornum. 

Ung sum gomul, høg sum lág, breið sum smøl, vilja øll senda Dolly Parton eina seinastu kvøðu, og tað sigur ikki so lítið um, hvussu víða Dolly Parton fevndi bæði tónlistarliga og menniskjaliga.


Alla vikuna fara fløggini hjá almennum bygningum í USA at flagga í hálvari stong (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

LES EISINI: Eivør um Dolly: "Hon hevur verið har sum ein fyrimynd alt mítt lív"

 

Í einum polariseraðum heimi, frá Trump í vesturi til Putin í eysturi og heilt niður í smámunir í okkara egna gerandissamfelag, hevur Dolly Parton verið fremsti almenni persónur at linka um ævigt tiltakandi polariseringina.

Birgir Kruse um Dolly Parton á BirkBlog

 

Meir Dolly og minni polarisering

Eisini her heima eru nógv, sum í hesum døgum geva sær stundir at minnast amerikonsku stjørnuna, sum kom frá sera fátæksligum korum í býnum Sevierville í amerikanska statinum Tennessee.

Teirra millum er mentanarmiðlarin Birgir Kruse, ið rekur bloggin BirkBlog. 

Tað kemur ikki óvart á tey, ið javnan lesa bloggin hjá Birgir Kruse, at í honum bankar eitt heitt country-hjarta. 

Birgir Kruse heldur, at eftirmælið hjá Dolly Parton verður eisini, at hon var ein brúgvasmiður í einari tíð við stórari polarisering. Undir yvirskriftini "Meira Dolly og minni polarisering" skrivar Birgir Kruse:

"Í einari verð, sum er borin uppi av polarisering, spenningi og andstøðuskering, ið heimligu orðabøkurnar siga um hesa sterkastu samfelagsmegi, polarisering, var Dolly Parton ein brúgvasmiður. Hon ikki bara kávaði útyvir eyðsýndar manglar í stættarsamfelagnum, nei hon slættaði sjógvin, sum tey siga á bíbilskum máli, ið var eitt av førleikamálum hennara."

Sjálv Trump forseti hevur skrivað nøkur vøkur minnigarorð um Dolly Parton:

 

LES EISINI: Dolly Parton er deyð: "Ein av stóru country-sangskrivarunum farin"

 

Segði sína meining uttan fordómar

Dolly Parton var tað fjórða av tilsamans 12 systkum, ið vuksu upp í einum sera fátøkum heimi í Tennessee. Pápin var bóndi og mamman passaði hús og heim.

Eftir at hon fekk eina guitar sjey ára gomul, gjørdist greitt, at Dolly hevði eyðsýndar gávur, tá talan var um tónleik. Og longu 10 ára gomul sang hon í lokala útvarpinum. 12 ára gomul sang hon í sjónvarpinum. Og einans 13 ára gomul trein hon pallin á víðagitna Grand Ole Opry pallinum í Nashville.

Sagt verður eisini um Dolly Parton, at hon kundi vera atfinningarsom og at hon altíð segði sína meining, men uttan fordómar – og tað er ein dygd.

 

Country er ein stuttsøgusjangra

Birgir Kruse vísir á, at sum ímyndin av einum røttum countrysangara, vaks Dolly Paron upp við einum pápa, ið hvørki dugdi at lesa ella skriva.

Hetta førdi við sær, at Dollyí 1995 setti sær fyri at skapa Imagination Library.

Í dag er bókasavnið hjá Dolly víðkað til fimm enskt talandi lond, har børn upp til fimm ára aldur, hvønn mánað fáa ókeypis bøkur sendandi.


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Birgir Kruse heldur, at hetta gevur góða meining fyri júst countrydrotningina. 

"Countrysjangran er einasta tónleikarasjangra, ið á plátu, sum vit kalla miðilin, miðvíðst og tilvitað arbeiðir við orðum og søgum úr gerandisdegnum hjá arbeiðaranum. Í dag er countrytónleikur sum hin einasti á plátumarknaðinum ein stuttsøgusjangra í sjálvum sær. Fá hava sum Dolly Parton dyrkað hesa sjangru og máta at siga nútíðarmenniskjanum eina søgu í eygnahædd, leys av gini tølum, fátækraváða og stigmatiserandi stættarheitum sum white trash."

 

Les øll minningarorðini hjá Birgir Kruse á BirkBlog. 

 

Birgir Kruse hevur eisini gjørt ein playlista á Spotify við sangum hjá Dolly Parton:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262