Útihýsa ikki møguleikanum fyri herverki á finskan kaðal

Útihýsa ikki møguleikanum fyri herverki á finskan kaðal
Kaðalin er næstan 1200 kilometrar langur og liggur ikki langt frá Nord Stream-gassleiðingini, sum sprongdist í september í 2022
Strikan á myndini vísir, hvar kaðalin gongur.
Mynd: TV2.no  
 
18.11.2024 - 15:43

Ein samskiftiskaðal millum Finnland og Týskland er slitnaður. Og tað ber ikki til at útihýsa møguleikanum fyri, at talan er um herverk ella sabotasju.

Tað skrivar finski miðilin Ilta-Sanomat nú seinnapartin.

Talan er um sonevnda "C-Lion1" telekaðalin, sum var tikin í nýtslu í 2016. Kaðalin er næstan 1200 kilometrar langur og liggur ikki langt frá Nord Stream-gassleiðingini, sum sprongdist í september í 2022.

 

Liggur uttan fyri vanliga skipaferðslu

Tað er almenna finska felagið Cinia, sum hevur ábyrgd av kaðalinum, og sambært fyrisitingarstjóranum í Cinia, Ari-Jussi Knaapila, er brekið á kaðalin í svenska búskaparøkinum, umleið miðskeiðis á kaðalinum, sum altso gongur úr Finnlandi til Týsklands.

Cinia-stjórin sigur, at ofta koma brek á ein kaðal sum henda av, at skip kasta akker. Men hesin kaðalin liggur langt frá vanligari skipaferðslu, og tað eru heldur ongar ábendingar um, at brekið er komið av seismiskum virksemi ella omanlopi.

Ein onnur megi uttanífrá hevur elvt til brekið á kaðalin, sigur Ari-Jussi Knaapila sambært norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. februar
RagnarRokk: Zac Tell um Before We All Die
203953
Hósdag 26. februar
Nýtt ljóð
204892
Hósdag 26. februar
Eitt korter við jazzi
204875
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Emma: Kvøða til pinkubarnið
204813
Hósdag 26. februar
Jóhanna: Trúgv
204814
Hósdag 26. februar
Sophilia: Føroyingar
204816