Tjørnuvíkarbergholið í Yvirfriðingarnevndini

Tjørnuvíkarbergholið í Yvirfriðingarnevndini
Nevndin hevur fund aftur 13. desember
Ástaðarfundur var um mánaðarskiftið um bergholið til Tjørnuvíkar. Málið er nú í Yvirfriðingarnevndini.
 
22.11.2024 - 10:48

Málið um berghol millum Vík og Tjørnuvík er nú farið í Yvirfriðingarnevndina.

Nevndin skal viðgera umsókn frá Landverki um loyvi at gera tunnil millum Haldórsvík og Tjørnuvík., at gera atkomuveg báðumegin tunnilin og arbeiðspláss við tunnilsmunnan í Haldórsvík.

Ástaðarfundur var 31. oktober, og umframt Náttúrufriðingarnevndina fyri Streymoyar sýslu og Landsverk, vóru 12 fólk møtt á fundinum. Tey umboðaðu m.a. hagapartarnar báðumegin og tey, sum eiga bøin, har bergholsmunnin verður í Tjørnuvík.

 

Jaligt

Kristian Martin Joensen, sýslumaður og formaður í náttúrufriðingarnevndini, sigur, at fólk vóru jalig, og vildu hava bergholið sum skjótast.

Víkingagravirnar í Tjørnuvík eru eystan fyri vegin til bergholið, og Tjóðsavnið sigur, at vegføringin ikki órógvar fornminnini, sigur sýslumaðurin

Yvirfriðingarnevndin hevur fund aftur 13. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961