Uttanlandsnevndin svarar landsstýrismanninum fyrsta dagin

Uttanlandsnevndin svarar landsstýrismanninum fyrsta dagin
Ráðførslan í nevndini um russlandssáttmálan var liðug um middagsleitið
Bjarni Hammer formaður í uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2024 - 13:03

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fær fyrsta dagin svar frá uttanlandsnevndini um fiskiveiðisamstarvið við Russland í 2025.

Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í nevndini, eftir ráðførsluna sum var liðug um middagsleitið.

Í gjár hevði uttanlandsnevndin ráðførslu við Dennis Holm, og fyrrapartin í dag vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Dennis Holm og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, boðsendir á fund við nevndina. 

Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at nú fer uttanlandsnevndin at taka saman um tað, sum er komið fram í ráðførsluni í gjár og í dag, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær svar frá nevndini fyrsta dagin, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Bjarna Hammer í útvarpstíðindunum: 

 

22112024_Bjarni_Hammer

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558