Claus um kroatisku Katarinu Jezic: Vel onkra aðra at leypa á

bannari
Claus um kroatisku Katarinu Jezic: Vel onkra aðra at leypa á
Kroppsliga styrkin hjá kroatum verður ein stór avbjóðing, men føroyingarnir satsa upp á ágangandi verjuspæl og skjót álopsspæl í EM-dystinum í morgin
Claus Mogensen ávarar føroysku spælararnar um at leypa á kroatisku strikuna, Katarinu Jezic.
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
30.11.2024 - 13:03

Lítil tíð er hjá føroysku hondbóltskvinnunum at slikka sárini eftir tapið í teirra fyrsta EM-dysti, sum var ímóti Sveis í gjár.

Longu í morgin er annar dysturin á skránni, tá Føroyar bresta saman við sterka kroatiska liðnum í St. Jakobshalle í Basel.

Og tað er júst kroppsliga styrkin, sum verður ein trupulleiki fyri føroysku spælararnar, sum ikki júst teljast millum teir størstu og tyngstu í EM-endaspælinum.

 - Kroatia spælir eitt sindur seinni (enn Sveis, red.), men tær eru hinvegin nógv sterkari, segði Claus Mogensen við EHF.

 - So tað verður ein torførur dystur fyri okkum, har vit møta teirra stóru kroppsligu styrki. Tí mugu við vísa intensitet, aggressivitet, og royna at fáa dystin at handla um skjótleika heldur enn styrki, segði føroyski venjarin, sum fyrr hevur vant krútsterku kroatisku strikuna, Katarinu Jezic. Ráðini frá Claus Mogensen til føroysku spælararnar eru, sambært EHF, greið.

 - Vel onkra aðra at leypa á. Hon er ein frálíkur verjuspælari og framúr stríðskvinna, sum altíð gevur alt fyri lið sítt, segði føroyski venjarin.


Kroatiski strikuspælarin, Katarina Jezic, í nærdysti ímóti Danmark fríggjadagin. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Mugu brúka skjótleikan

Sum vera man iðra bæði Turið Arge Samuelsen og Súna Krossteig Hansen seg um tapið ímóti Sveis í gjár. Niðurstøðan er hin sama, sum hjá øllum hinum. Tað tók heilt einfalt ov langa tíð at koma í gongd í álopinum.

Samstundis eru tær ernar um, at tað eydnaðist at koma aftur í aftur og vísa tað spælið, sum Føroyar eru komnar til endaspælið fyri at vísa. Eisini takka tær føroysku viðhaldsfólkunum, sum hoyrdust væl av áskoðaraplássunum í St. Jakobshalle.


Turið Arge Samuelsen og Súna Krossteig Hansen fegnast á føroyska beinkinum - ivaleyst um eina takkling ella bjarging: MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Um dystin ímóti Kroatia siga tær, at skjótleikin verður avgerandi ímóti tungu kroatunum.

 - Vit mugu finna eina loysn. Vit vilja sleppa at renna og hava sera kvikar spælarar, so kanska vit fáa okurt skjótálop og líknandi, segði Turið Arge Samuelsen.

 - Vit fara at geva alt. Um vit skulu fáa eitt ella tvey stig, mugu vit spæla okkara besta spæl, tí tær er sterkar og hava EM-royndir, segði Súna Krossteig Hansen.

 - Tær verja við flatari 6-0 verju, so vit vóna at kunna spæla okkum framvið teimum við skjótum spæli. Hinvegin hava tær góðar skjúttar, so vit mugu spæla meir ágangandi í verjuni, enn vit gjørdu í fyrsta dystinum, sigur bakspælarin úr Skanderborg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365