Fleiri fáa bókasavnsgjald

Fleiri fáa bókasavnsgjald
Øll í mentanarnevndini hjá løgtinginum taka undir við uppskotinum um at broyta bókasavnslógina, so fleiri fáa bókasavnsgjald
Fleiri fáa nú bókasavnsgjald.
 
04.12.2024 - 06:28

Øll í mentanarnevndini hjá løgtinginum taka undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at broyta bókasavnslógina, so fleiri fáa bókasavnsgjald.

Endamálið við uppskotinum er at geva heimild til, at øll, sum hava tilfar til taks á bókasavninum, prentað ella talgilt, fáa bókasavnsgjald.

Tað eru tónaskøld, fotografar og upplesarar.

Tónaskøld og fotografar fingu bókasavnsgjald til 31. desember 2023.

Av misgáum

Men av misgáum eru tey ikki við í nýggju lógini, sum var samtykt í fjør. 

Upplesarar hava ikki fingið fyrr og eru tí einasti nýggi bólkur, sum skal fáa bókasavnsgjald, tá ein ljóðbók verður útlænt á bókasavninum.

Rithøvundafelagið sigur, at skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar og barnabøkur eiga at raðfestast hægri enn aðrar bøkur í skipanini um bókasavnsgjald.

Hesar viðmerkingar eru um kunngerðina um býtið.

Tær hava tí onga ávirkan á lógaruppskotið og vera viðgjørdar fyri seg, sigur Almanna- og Mentamálaráðið. 

Rithøvundafelagið sigur, at ongar viðmerkingar hjá felagnum eru tiknar við, tá kunngerðin var gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308