Beinir spælir í "DR's store juleshow" leygarkvøldið

Beinir spælir í "DR's store juleshow" leygarkvøldið
2024 hevur verið eitt stórt ár fyri Beinir, og tað endar við einum ordiligum endabresti, tá Beinir leygarkvøldið framførir í "DR's store juleshow"
Beinir Troest Rasmussen úr Saltangará hevur av álvara vind í seglunum á danska tónleikapallinum í løtuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2024 - 10:30

Fyrst framførdi hann á stóru trappuni inni í Christiansborg í sambandi við, at danir hátíðarhildu 150 ára dagin fyri, at danska grundlógin varð undirskrivað.

Síðani dagaði hann fram beinleiðis í stóru donsku undirhaldssendingini "Vild med dans" á TV2.

Og leygarkvøldið sleppur Beinir enn einaferð beint inn í stovurnar hjá dønum í bestu senditíð á DR, tá hann er við í stóru jólasendingini hjá DR, ið ber heitið "DR's store juleshow". 

 

Í góðum selskapi

Upptøkurnar til "DR's store juleshow" blivu gjørdar seinasta leygardag í konserthúsinum hjá DR, har Beinir var ein av 14 sangarum, ið sleppa at framføra sama synfoniorkestrinum og kórinum hjá Danmarks Radio. 

Millum tey, ið eisini framførdu, vóru Pernille Rosendahl, Jonah Blacksmith og danska Grand Prix-vinnaranum í ár, Saba,

Árliga stóra jólakonsertin hjá DR varð hildin tveir ferðir í DR Konserthúsinum fyri meiri enn 3000 áhoyrarum.

Tað er seinna jólakonsertin, ið varð tikin upp, og sum verður send nú leygarkvøldið 14. desember.

 

Greener

2024 hevur tískil verið eitt sera hendingaríkt hjá unga runavíkinginum, sum í heyst gav út plátuna "Greener".

Í tí sambandi hevur Beinir eisini verið á einari konsertferð í Føroyum, Danmark og Týsklandi í sambandi við, at hann í heyst útgav debutplátuna "Greener". 

 

Beinir var eisini gestur í sendingini LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av "Greener". 


Beinir og Uni Leitisstein Hansen í sendingini Leitisstein (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Øll LEITISSTEIN-sendingin við Beinir kann hoyrast á KVF Ljóð og her niðanfyri. 

1704032

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776