Jólagleði millum tunnilsmunnar, tænastugjald og tyngjandi húsaprísir

Jólagleði millum tunnilsmunnar, tænastugjald og tyngjandi húsaprísir
VIKUKJAKIÐ: Johan Ejvind Restorff Mouritsen, Hans Jákup Hermansen og Óluva Klettskarð vóru vikukjakarar
 
14.12.2024 - 12:52

Í hesi seinastu sending fyri jól kjakast vit um jólini og desember mánaða. Millum jólakeyp og jólastákan spyrja vit, um vit eru vorðin betri til nærveruna og hugnan, ella um strongd og materialisma vindur uppá seg?

Vit skifta eisini orð um Bústaðir, nú løgtingsgrannskoðararnir vilja hava eina frágreiðing um stovnin, og landsstýriskvinnan í bústaðarmálum spyr eftir fleiri lestrarbýkum. Er ein loysn uppá fleiri býligari býlir, at byggja býarpartar sum Millum Gilja ella Inni á Gøtu - spyrja vit?

Vit fara eisini ein túr til Sandoynna, har sandingar halda, at tunnilsmunni til Suðuroyartunnilin skal flytast av Skarvanesi til Sands bygd. Eitt uppskot, sum líkist tí, sum Landsverk legði fram fyri tveimum árum síðani.

Og so spyrja vit, um gjald skal leggjast á tóm hús, nú Løgmálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um tænastugjald á býlir, har ongin er skrásettur at búgva.

Johan Ejvind Restorff Mouritsen, byggimeistari, Hans Jákup Hermansen fyrrverandi lærari og Óluva Klettskarð studentaskúlalærari eru vikukjakarar.

 

Lurtið eftir vikukjakinum her

 

1714547

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026