Møguleikarnir at taka atlit til náttúruna verða avmarkaðir

Møguleikarnir at taka atlit til náttúruna verða avmarkaðir
"Verður linjuføringin til Suðuroyartunniln ásett í lóg, so vera náttúrufriðingarmyndugleikarnir avmarkaðir," sigur Henrik Møller, formaður í yvirfriðingarnevndini
Henrik Møllre, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini
 
17.12.2024 - 19:00

Formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, sorinskrivari, er samdur við hoyringarskrivinum frá Tjóðsavninum um Suðuroyartunnilin.

Ein linjuføring staðfest í lóg avmarkar møguleikarnar hjá myndugleikum til at taka atlit at náttúruni, um kanningar og árin ikki eisini koma í lógina. 

Enn eru friðingarmyndugleikarnir ikki tiknir við uppá ráð um Suðuroyartunnilsverkætlanina, hóast søkjast skal um loyvi um so rúgvismiklar verkætlanir.

Men tað er óskynsamt at bíða ov leingi við at venda sær til Yvirfriðingarnevndina, sigur Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini.

 

Henrik_Moller_Yvirfridingarnevndin_Suduroyartunnilin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334