Føroyingar fáa helvtina minni enn danir í íløguavkasti til eftirlønir

Føroyingar fáa helvtina minni enn danir í íløguavkasti til eftirlønir
Avkastið í Føroyum er 3,2 prosent, meðan tað er 6,8 prosent í Danmark. Eftir 40 ár kann munurin vera heilar 4,1 millión krónur, vísir kanning hjá Tryggingareftirlitinum
 
19.12.2024 - 16:50

Í miðal fáa føroyingar bara helvtin av tí, sum danir fáa í íløguavkasti til eftirlønir.

Avkastið í Føroyum er 3,2 prosent, meðan tað er 6,8 prosent í Danmark. Eftir 40 ár kann munurin vera heilar 4,1 millión krónur.

Tað vísir nýggj kanning, sum Tryggingareftirlitið hevur gjørt. 

Tey trý eftirlønarfeløgini í Føroyum, Lív, Betri Pensjón og Lívsverk eru við í kanningini.

Í miðal er avkastið hjá teimum føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum 3,2 prosent seinast fimm árini. 

Í Danmark er avkastið sama tíðarskeið 6,8 prosent.

 

Stóra ávirkan á útgjaldið

At íløguavkastið er væl minni í Føroyum enn í Danmark, kann hava stóra ávirkan á, hvat verður goldið út í eftirløn.

Í kanningini verður víst á, at um føroyski eftirlønarsamanspararin, sum vinnur 30.000 krónur um mánaðin, hevur eitt árligt íløguavkast á 3,2 prosent í miðal gevur tað 2,6 milliónir krónur aftaná 40 ár.

Um íløguíkastið hevði verið 6,8 prosent, sum í Danmark, hevði samansparda upphæddin ístaðin verið umleið 6,7 milliónir krónur. Ein munur á 4,1 millión krónur.

Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum.

 

Avkast_Jogvan_Thomsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847