Politikkur um børn og ung

Politikkur um børn og ung
Vága kommuna hevur fingið ein barna- og ungdómspolitikk
Vága kommuna hevur fingið barna- og ungdómspolitikk.
 
30.12.2024 - 09:23

Vága kommuna hevur fingið ein barna- og ungdómspolitikk.

Býráðið samtykti á heysti í 2021 at arbeiða víðari við tilmælunum um barna- og ungdómsøkið í Vága kommunu. 

Kommunan sigur, at hon vil, at øll børn og ung í Vága kommunu skulu trívast, bæði á stovni, í skúla, í frítíðini og heima, sama hvørjar sosiala fortreytirnar ella upprunin eru.

Barna- og ungdómspolitikkurin leggur serligan dent á fyribyrging og átøk í tøkum tíma, sum skulu styrkjast fyri øll børn og ung.

Barna- og ungdómspolitikkurin hjá Vága kommunu er í trá við ST barnarættindasáttmálan og norðurlendsku barnaviðtøkuna, sigur kommunan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329