Ríkisfundur verður fríggjadagin

Ríkisfundur verður fríggjadagin
Samstarvsráðið, har fýra ráðharrar umboða hvørt landið í ríkisfelagsskapinum, fer eisini at hava fund
Teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum hava ríkisfund fríggjadagin.
 
08.01.2025 - 07:57

Ríkisfundur verður í forsætismálaráðnum í Keypmannahavn fríggjadagin.

Árligu ríkisfundirnir, sum eru millum teir tríggjar leiðararnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum, vera vanliga hildnir um summarið, men so er eisini vanligt við einum hálvársfundi. Og tað er hesin fundurin, sum verður hildin fríggjadagin.

 

Samstarvsráðið eisini fund

Umframt sjálvan fundin millum teir tríggjar leiðararnar í ríkisfelagsskapinum, er eisini fundur í samstarvsráðnum, har fýra ráðharrar umboða hvørt landið. Á tí fundinum vera tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, og landsstýrisfólkini Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Ruth Vang, sum umboða Føroyar.

Fundirnir í samstarvsráðnum snúgva seg um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitisk mál.

Føroyska sendinevndin fer úr Føroyum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329