Føroyar serligt dømi um koppseting

Føroyar serligt dømi um koppseting
Avbyrgdu Føroyar eru við sínum avmarkaða fólkatali og høga koppsetingarstigi eitt serligt dømi um, hvussu koppseting kann ávirka heilsustøðuna hjá einum heilum samfelag.
 
11.01.2025 - 17:34

Tað stendur í eini nýggjari vísindaligari greining av, hvussu pneumokokksjúka hevur ment seg í Føroyum seinastu 23 árini, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.

Pneumokokksjúka er ein álvarslig sjúka, ið kann elva til lungnabruna, meningitis og blóðeitran.

Sjúkan rakar serliga tey veikastu - børn og eldri, og tí hevur koppseting verið ein týðandi liður í at minka um talið av sjúkutilburðum.

Millum annað vísir tað seg, at síðan pneumokokkkoppsetingin varð tikin við í koppsetingarskránna í 2010, eru tilburðir av pneumokokksjúku millum børn undir fimm ár burtur, og hetta vísir, hvussu væl koppsetingar kunnu verja tey yngstu. 

Tó hava nýggjar pneumokokk undir-typur, sum ikki verða vardar av verandi koppseting, tikið seg upp, og tað rakar serliga tey eldru.

Heilsustrategi má endurskoðast
Staðfest verður, at koppsetingar bjarga lívum, men eisini, at neyðugt er at vera á varðhaldi, tí bakteriur laga seg altíð eftir nýggjum viðurskiftum.

Heilsustrategiin má javnan endurskoðast, og neyðugt er við nýggjari og breiðari koppsetingum, umframt serligum átøkum fyri eldri.

Arnfinnur Kallsberg, sum er ph.d.-lesandi á Roskilde Universitet, er fyrstihøvundur á greinini, sum er partur av ph.d.verkætlan hansara.

Vegleiðararnir og viðhøvðundarnir eru Shahin Gaini, professari, knýttur at Landssjúkrahúsinum og Fróðskaparsetrinum, Hans-Christian Slotved, seniorgranskari á Statens Serum Institutti, og Karen Angeliki Krogfelt, professari á Roskilde Universiti. 

Granskingarráðið stuðlar verkætlanini.

Greinin, sum stendur í Infectious Diseases, kann lesast her: “A nationwide study of two decades of invasive pneumococcal disease in the Faroe Islands, 2000–2023”

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860