Ein av størstu donsku byggifyritøkunum ætlar at keypa Articon

Ein av størstu donsku byggifyritøkunum ætlar at keypa Articon
Virksemið hjá Per Aarsleff Holding A/S er savnað í 62 dótturfeløgum, sum hava heimstað í 14 londum
Per Aarsleff Holding A/S roynir nú at fáa fótafesti í Føroyum.
Mynd: Per Aarsleff Holding A/S  
 
23.01.2025 - 11:21

Tað er ein av størstu byggifyritøkunum í Danmark, Per Aarsleff Holding A/S, sum eftir ætlan skal keypa 80 prosent av Articon, ið seinnu árini hevur verið størsta byggifyritøka í Føroyum. 

Í fjør hevði Per Aarsleff Holding A/S á 21,7 milliardir krónur í umsetningi, og avlopið fyri skatt var 1,1 milliard krónur. 

Virksemið hjá felagnum er savnað í 62 dótturfeløgum, sum hava heimstað í 14 londum. 

Harímillum eru øll Norðurlond uttan Føroyar. Sostatt verður Articon fyrsta royndin hjá felagnum at fáa fótafesti í Føroyum. 

 

Articon hevur ment seg til at vera størsta byggifyritøka í Føroyum. 

 

Dótturfelag sett í samband við svik

Eitt av dótturfeløgunum, Dan Jord, er í hesum døgum sett í samband við tað, sum danska kringvarpið skrivar, er størsta mál í Danmark um pengasvik móti einum almennum bústaðarfelagi. 

Í málinum, sum býrætturin í Aarhus viðger í løtuni, eru fýra menn ákærdir fyri heimildarsvik við at misbrúka sítt arbeiði til at fáa fyrimunir av ymiskum slagi. 

Mett verður, at teir hava svikið almenna bústaðarfelagið Østjysk Bolig fyri umleið 24 milliónir krónur frá 2010 til 2020.

Ein av teimum fýra monnunum var í hesum tíðarskeiðinum, sambært TV2, stjóri í Dan Jord, sum er dóttirfelag hjá Per Aarsleff Holding A/S. 

 

(Mynd: Per Aarsleff Holding A/S)

 

8.800 starvsfólk

Per Aarsleff Holding A/S varð stovnað í 1947, og umleið 8.800 fólk arbeiða í felagnum í dag. 

Avtala er gjørd um, at felagið keypir 80 prosent av Articon fyri 144 milliónir krónur, treytað av at Kappingareftirlitið góðkennir keypið.

Kringvarpið hevur roynt at fáa samrøðu við Per Aarsleff Holding A/S, hvørjar ætlanir felagið hevur í Føroyum, men felagið vil einans svara skrivligum spurningum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101