Yvirfriðingarnevndin átti ástaðarfundin

Yvirfriðingarnevndin átti ástaðarfundin
Livilig kor hevði einki við ástaðarfundin á havnarlagnum á Tvøroyri at gera, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini. Hesin fundurin var um gamla byggimálið
- Tað er Yvirfriðingarnevndin einsamøll, sum hevur biðið um ástaðarfundin, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini
 
25.01.2025 - 12:20

Tað hevur verið eitt sindur av hóvastáki um Varðan Pelagic seinnu árini.

Eitt er, at onkrir borgarar á Tvøroyri ikki eru so væl foreintir við, at eitt virkið av hasum slagnum verður bygt meira ella minni inni í býnum. Eitt annað er, at tá Varðin Pelagiv nú søkti um loyvi at útbyggja virkið, tá varnaðust myndugleikarnir, at upprunaliga byggiloyvið varð givið á skeivum grundarlagi, tí ein kunngerð, sum skuldi syrgja fyri, at friðingarmyndugleikarnir ikki skuldu hava nakað við byggingina at gera, var ikki lýst, og tí var hon ikki í gildi.

Avbjóðingin er bara tann, at Varðin Pelagic upprunaliga fekk byggiloyvi, sum var omanfyri nevnda kunngerð í gildi. Altso, tann sum so nú vísti seg ikki at vera.

Men hetta kom bara ikki fram fyrr enn myndugleikarnir fingu umsóknina um útbyggingina. Nýggja upplýsingin hevði við sær, at myndugleikin mátti taka fyrra málið uppaftur, tí tá loyvið varð givið á skeivum grundarlagið, so merkir tað í stuttum, at bygningurin er bygdur ólógliga - og tað gongur jú ikki.

Hetta hevur so havt við sær, at myndugleikarnir máttu inn í málið aftur, eisini friðingarmyndugleikarnir, sum nú faktiskt fyrst hava viðgjørt umsókningina um útbygging áðrenn teir hava viðgjørt umsóknina um bygging.

Og hetta hevur eisini havt við sær, at ástaðarfundirnir, sum hava verið, hava verið í øvutari raðfylgju, sigur Henrik Møller, dómari, sum er formaður í Yvirfriðingarnevndini. Tann fyrri fundurin var fyri útbyggingina av virkinum, og tann seinni, tann sum varð hildin í síðstu viku, var fyri upprunaliga byggiloyvið, sum varð givið fyri meira enn tíggju árum síðan.

Sum skilst, hevur onkur hildið, og kanska eisini róð framundir, at Livilig kor eru tey, sum hava kravt henda seinna ástaðarfundin, men tað er ikki so, sigur Henrik Møller, formaður í Yvirfriðingarnevndini.

- Vit skulu hyggja eftir, um bygningurin oyðileggur nakað á økinum, har hann verður bygdur, og tí máttu vit hava ástaðarfund. So tað er Yvirfriðingarnevndin, sum hevur ásett fundin og eisini biðið um hann. Eingin annar, sigur formaðurin.


Hoyr innslagið við Henrik Møller, formanni í Yvirfriðingarnevndini.

1722248

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519