- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland og Kina ynskja Lukasjenko til lukku við valinum
Russiski forsetin Vladimir Putin og kinesiski leiðarin Xi Jinpin hava ynskt Aleksandr Lukasjenko til lukku við valsigrinum á forsetavalinum í Hvítarusslandi.
70 ára gamli Lukasjenko hevur stýrt landinum við jarnharðari hond síðani 1994.
Á valinum í gjár fekk hann 86,6 prosent av atkvøðunum.
Lukasjenko, sum verður róptur seinasti einaræðisharrin í Evropa, fer sostatt undir sítt sjeynda forsetskeið sítt sum forseti. Valið í gjár verður sagt at vera ein glantrileikur, og at fólkaræðið verður ikki virt.
- Avgjørdi sigurin prógvar politiska myndugleikan, sum tú hevur, og at fólkið treytaleyst stuðlar rikna politikkinum í Hvítarusslandi, stendur í fráboðan frá russiska forsetanum Vladimir Putin.
- Xi Jinping ynskir Lukasjenko til lukku við afturvalinum sum forseti í Hvítarusslandi, boðar kinesiska tíðindastovan Xinhua frá.