Minnir nógv um samráðingaruppleggið hjá fullveldislandsstýrinum

Minnir nógv um samráðingaruppleggið hjá fullveldislandsstýrinum
Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi løgmansstjóri, sigur, at politikararnir verða noyddir at fyrireika seg til fleiri smálutir, tá teir ætla at broyta viðurskiftini við Danmark
Marjun Hanusardóttir var løgmansstjóri í 25 ár.
 
29.01.2025 - 18:04

Politisku tankarnir nú um broytingar í viðurskiftunum við Danmark minna nógv samráðingaruppleggið, ið fullveldislandsstýrið fór til Danmark at samráðast um aldarskiftið.

Tað heldur fyrrverandi løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir.

Eisini tá var ætlanin at samstarva tætt við Danmark, hóast formligu viðurskiftini millum londini skuldu broytast.

Tó heldur Marjun Hanusardóttir, at politiska kjakið enn ikki er komið so langt, at politikarnar heilt hava gjørt sær greitt, hvussu viðurskiftini skulu skipast, og tí kann vera ilt at meta um, hvør formliga loysnin verður.

Fyrrverandi løgmansstjórin í 25 ár heldur, at politikararnir verða noyddir at fyrireika seg uppá fleiri smálutir, tá ið teir ætla at broyta viðurskiftini við Danmark.

Hoyr samrøðu við Marjuna Hanusardóttir:

 

29012025_Marjun

 

Marjun Hanusardóttir var løgmansstjóri frá 1996 til 2021, og hevur verið við í øllum tíðandi samráðingum við danir, um at broyta viðurskiftini millum londini. 

- Beint nú er lagalaga løtan at koma víðari, sigur Marjun Hanusardóttir.

Marjun_Hanusardottir_longri

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329