Møguliga vera reglur um alment útboð broyttar

Møguliga vera reglur um alment útboð broyttar
Tað er trupult at meta, um kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er í lagi, sigur landsstýrismaðurin 
Í Marknagili í Havn.
 
29.01.2025 - 06:22

Tað er trupult at meta, um kunngerðin um alment útboð av kommunalari fastogn er í lagi. 

Tí er eisini trupult at siga, um ásetingar í kunngerðini, sum er frá 2000, eiga at vera broyttar.

Orsøkin er, at avbjóðingin er samansett. 

Tí er neyðugt, at land og kommunur seta seg saman at finna skilagóðar langtíðar loysnir til frama fyri føroyska bústaðarmarknaðin.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Hann sigur, at hann í næstum fer at tosa við kommunurnar um útboð og eisini um at stykkja út og selja grundstykki.

Kunngerðin kann broytast

Kemur hetta samskiftið til ta niðurstøðu, at neyðugt er at broyta kunngerðina um alment útboð, sigur landsstýrismaðurin seg vera jaligan.

Annika Olsen vísir til ætlanini hjá hálvthundrað familjum í Havn, sum ætlaðu at keypa stórt grundstykki í Marknagili, 21.000 fermetrar, at byggja á.

Verkætlanin strandaði, sigur Annika Olsen, tí Tórshavnar kommuna slapp ikki at selja sjálvsognarfelagnum lendið, uttan at lendið var boðið alment út. 

Hóast kommunan oftari enn einaferð heitti á landsstýrið um at loyva søluni ella broyta kunngerðina um alment útboð, bar tað ikki til, sigur Annika Olsen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334