Landsstýrismaðurin fær longda freist at viðgera fyribils niðurstøðu

Landsstýrismaðurin fær longda freist at viðgera fyribils niðurstøðu
Landsstýrismálanevndin hevur gjørt fyribils niðurstøðu í kærumálinum um at útluta svartkjaftakvotu í 2024
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
04.02.2025 - 10:55

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið longda freist at gera viðmerkingar til fyribils niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini.

Tað eru nú meira enn átta mánaðir síðani, at Dennis Holm varð kærdur til landsstýrismálanevndina, tí hann útlutaði 32.500 tons av svartkjaftakvotu við kunngerð.

Niðurstøðan - sum enn bara er fyribils - varð send landsstýrismanninum 22. januar. Nú freistin er longd, verður tað 19. februar, at landsstýrismaðurin skal svara nevndini.

 

Árni Skaale, løgtingsmaður, hevur kært.

 

Landsstýrismálanevndin hevur gjørt fyribils niðurstøðu. 

 

27. mai í fjør kærdi Árni Skaale landsstýrismannin Dennis Holm fyri at fara um mark, tá hann 24. apríl sama ár broytti svartkjaftabýtið við kunngerð. 

Tingmaðurin fyri Fólkaflokkin vildi hava at vita frá landsstýrismálanevndini, um Dennis Holm hevði heimild til, við kunngerð, at útluta 32.500 tons av svartkjaftakvotuni til felagskvotu. Eisini vildi tingmaðurin hava at vita, um eitt tílíkt býti ikki eigur at gerast við lóg, heldur enn kunngerð.

Fyri jól gjørdi advokaturin Kristina Samuelsen eitt upprit til landsstýrismálanevndina, har hon eisini kom við uppskoti til niðurstøðu. Og við støði í tí sendi nevndin eina fyribils niðurstøðu til Dennis Holm, 22. januar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04032025_Dennis_og_longd_freist

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302