Demokratar: Trump ætlar at fremja etniska útreinsing í Gasa

Demokratar: Trump ætlar at fremja etniska útreinsing í Gasa
Tað hevur fingið ilt í demokratiskar politikarar, at forsetin hevur sagt, at USA skal eiga Gasa, og at palestinar skulu flytast í onnur lond, har friður valdur
Tað var á tíðindafundi í nátt saman við ísraelska forsætisráðharranum, at amerikanski forsetin kom við útsagnunum um Gasa.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.02.2025 - 08:37

Tað er einki minni enn etnisk útreinsing, sum Donald Trump skjýtur upp skal henda í Gasa.

Tað siga fleiri demokratiskir politikarar í USA, nú Donald Trump hevur sagt, at USA skal eiga Gasa, og at teir palestinar, sum búgva har, skulu flytast í onnur lond, har friður valdar, og har tey kunnu liva væl.

Rashida Tlaib, senatorur úr Michigan, sum hevur palestinskar røtur, sigur á X, at forsetin púra opið leggur upp til etniska útreinsing. Senatorarnir Chris Van Hollen og Lidia Thorpe siga tað sama.

 

Gasa er heimið hjá palestinum 

Paul O'Brien, stjóri í Amnesty International í USA, sigur á X, at tað at flyta allar palestinar úr Gasa, er tað sama sum at oyðileggja teir sum fólk, tí Gasa er teirra heim.

Saudiarabia hevur boðað frá, at landið fer ikki at góðtaka brot á lógligu rættindini hjá palestinska fólkinum, eisini royndir at reka tey úr sínum egna landi.

Donald Trump segði í nátt, at USA fer at biðja grannalondini um at taka ímóti palestinarum, sum eru riknir úr Gasa. Longu í farna mánaði bað hann Jordan og Egyptaland taka ímóti palestinum, men tað vilja tey ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454