Jóhanna Norðberg Niclasen við í danska Melodi Grand Prix

Jóhanna Norðberg Niclasen við í danska Melodi Grand Prix
So er tað, ið prátað hevur verið um her heima í eina tíð, kunngjørt: Føroyska Jóhanna Norðberg Niclasen, ið eisini er kend sum Sissal Jo, verður við í danska Melodi Grand Prix
Jóhanna Norðberg Niclasen, sum vit í Føroyum kenna sum Sissal Jo, eitur nú bara Sissal í sambandi við, at hon skal luttaka í Melodi Grand Prix
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2025 - 09:07

Nei, tað er eingin yvirsjón ella sjónhvørving, at tað nú er kunngjørt, at Jóhanna Norðberg Niclasen úr Havn skal luttaka í danska Melodi Grand Prix. 

Tað skal Jóhanna, sum vit her heima kanska best kenna undir pallnavninum Sissal Jo, við sanginum "Hallucination". 

Nú er Jo strikað, og Jóhanna Norðberg Niclasen eitur bara Sissal. Um nakar ivast í navninum, so er Jóhanna doypt Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen. Harav Sissal Jo, og nú bara Sissal. 

 

Jóhanna Norðberg Niclasen, Malthe Johansen, Chris Chordz, Lina Spangsberg, Marcus Winther-John og sviarnir Linnea Deb og Melanie-Wehbe hava skrivað sangin "Hallucination."

"'Hallucination' snýr seg um at hitta eitt menniskja, har sambandið kennist so gott, at tað næstan kennist óveruligt," greiðir Jóhanna Norðberg Niclasen frá á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, dr.dk

Jóhanna sigur eisini, at hóast hon ikki beinleiðis kemur frá einari musikalskari familju, so hevur mamman fortalt sær, at hon byrjaði at syngja, áðrenn hon dugdi at tosa. Og longu sum tíggju ára gomul stóð Jóhanna fyrstu ferð á palli til barna-prix, ið hon vann. 

Jóhanna Norðberg Niclasen sigur við DR, at hon vónar, at hon kann vera við til at skapa eina Melodi Grand Prix-veitslu, men eisini at fólk kunnu spegla sær í sínum tónleiki og persóni. 

"Eg vil vísa, at tú kanst vera lekkur og sunn, hóast tú ikki ert kløn, og so mæli eg øllum til ikki at smæðast við seg sjálv og sínar dreymar."


Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571